Tíðindi

Álitisfólk hittast

Í gjár hittust tey mongu álitisfólkini hjá Føroya Lærarafelag saman við nevndini í felagnum til álitisfólkadag. Á skránni var eitt nú arbeiðsumhvørvið hjá lærarum

1. november 2019

Fyrst á skránni hósmorgunin var umrøða av vegleiðandi leiðreglunum um hóttanir og harðskap, sum verður framdur móti lærarum. Arbeitt hevur verið við leiðreglunum í rúma tíð; Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags, legði fram. Síðan greiddu Leivur Persson, stjóri, og  Anna A. Andreasen, sálarfrøðingur, frá Arbeiðseftirlitinum frá um arbeiðsskaðar og sálarligt arbeiðsumhvørvi. Arbeiðseftirlitið vísti á, at tað koma nærum ongar skaðafráboðanir um lærarar frá fólkaskúlum, og tað undrar bæði Arbeiðseftirlitið og Lærarafelagið. Eftir tað sótu fólk saman í bólkum og viðgjørdu evnið.

Ætlaðin er, at vegleiðingin um hóttanir og harðskap, sum verður framdur móti lærarum, verður send skúlaleiðarunum og Undirvísingarstýrinum til umrøðu, áðrenn hon verður gjørd endalig og send skúlunum. Leiðreglurnar hava til endamáls at fyribyrgja harðskap og hóttanir á arbeiðsplássinum og í øðrum lagi at fyriskriva, hvat eigur at verða gjørt, tá hóttanir og harðskapur eru. Sálarfrøðingurin vísti eisini á, hvussu greiðar leiðreglur á arbeiðsplássum, tá starvsfólk eru í sálarliga trongum støðum, virka fyri betri sálarligum arbeiðsumhvørvið.

Ein avbjóðing í arbeiðsumhvørvinum hjá lærarum er høg kenslulig krøv. Á skeiðnum greiddi sálarfrøðingurin frá, hvussu nógv arbeiðið kensluliga ávirkar læraran, og í hvussu stóran mun lærarar mugu fyrihalda seg til trupulleikar hjá øðrum, tað vil siga hjá næmingum. Ein kanning á danska arbeiðsmarknaðinum hevur umroknað hetta til stig; miðal fyri allar arbeiðstakarar er 2,8 stig, men hjá lærarum er øðrvísi. Teirra er 3,4 stig av 5. Samanlagt millum allar arbeiðstakarar fáa fólkaskúlalærarar næst flest stig í spurninginum um kensluliga ávirkan av arbeiðinum. Síðan varð umrøtt, hví arbeiðið hjá lærarum er so kensluliga krevjandi.

Seinnaparturin á álitisfólkaskeiðnum var settur av til at viðgera almenna setanarpolitikkin, hvussu setanartilgongdin er, umframt umrøðu av virksemisætlanum, skráseting av arbeiðsdøgum, ráðleggingardøgum og øðrum. At enda fingu álitisfólkini stutta kunning um sáttmálasamráðingarnar, sum júst eru byrjaðar.

Álitisfólkaskeiðið var í húsunum hjá Starvsmannafelagnum. Álitisfólkini eru 31 í tali.

Mynd av øllum, sum tóku lut á álitisfólkadegnum.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.