Tíðindi

Álitisfólk á skeið

Síðst í komandi viku hittast tey 30 álitisfólkini hjá Føroya Lærarafelag á skeið á Hotel Vágum

20. november 2018

Sambært álitisfólkaavtaluni hava álitisfólkini rætt til farloyvi við løn tveir dagar um árið til skeið, fundir ella annað, sum hevur samband við yrkisfelagsvirksemi. Í sambandi við serlig mál verða álitisfólkafundir eisini skipaðir. Tey 31 álitisfólkini eru á 29 álitisfólkaøkjum. Eitt øki er ein skúli ella ein bólkur av smærri skúlum. Í stóra Skúlunum á Fløtum og á Skúlatrøð eru 2 álitisfólk.

Skráin fyri komandi skeið er áhugavert. Byrjað verður hósmorgunin; fyrst á skránni er, at formaður Føroya Lærarafelags, Herálvur Jacobsen, greiðir frá arbeiðstíðaravtaluni og virksemisætlanini. Seinnapartin greiðir Hans Trygdi Teirin, løgfrøðingur í Lærarafelagnum, frá lógum og reglum. Beint fyri nátturða greiðir Helgi Eidesgaard, søgufrøðingur, frá fakfelagssøguni, og eftir náttúrðan er kvøldseta.
Fyrrapartin fríggjadagin er etiski parturin í tí at vera hjásiti umrøddur. Tað verður Theodor Eli Olsen, prestur, sum fer at røða um, hvørjar uppgávur, royndir og avbjóðingar álitisfólk hava. Eftir tað fer Hans Trygdi Teirin aftur at tosa um lógir og reglur. Seinnapartin verður samstarvið millum álitisfólk og Føroya Lærarafelag viðgjørt, og síðan verður tikið saman um, og skeiðið endar.

Í fjør vóru álitisfólkini savnað ein dag í hølunum hjá felagnum í Pedda við Stein og ein dag á Hotel Føroyum saman við øllum álitisfólkum í hinum fakfeløgunum í fakfelagssamstarvinum. Afturat hesum báðum døgunum ferðast formaðurin og umboð í nevndini ella løgfrøðingurin út í álitisfólkaøkini annað til triðjahvørt ár at greiða frá og hoyra, hvussu gongst og at knýta sambond.

Á hesum skeiðinum er ætlanin at álitisfólkini útbúgvast í arbeiðstíðaravtaluni og virksemisætlanini umframt lógum og reglum, ið viðvikja lærarum í almennu fyrisitingini.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.