Tíðindi

Áhugaverdir barnarættindadagar fyri 7. flokki

Skúlanæmingar í 7. flokki hittast at fáa meira kunning um ST-barnarættindasáttmálan, hvat hann merkir fyri øll heimsins børn, og hvat hann merkir fyri børn í Føroyum.

7. mars 2019

Norðurlandahúsið verður í døgunum 11. og 12. mars karmur um árligu barnarættindadagarnar, har allir skúlanæmingar í 7.flokkunum í Føroyum hittast at fáa meira kunning um ST- barnarættindasáttmálan, hvat hann merkir fyri øll heimsins børn, og hvat hann merkir fyri børn í Føroyum, eisini tá ein ein 13 ára gamal tannáringur.

Skráin er løgd soleiðis til rættis, at innihaldið er sera blandað:

* Dreingjabólkurin Jassarnir fara at undirhalda við pop- og rokktónleiki. Jassarnir eru so mikið ungir, at teir ikki eru komnir í tannárini enn, men teir vilja fegnir vísa øðrum børnum, at tað ber væl til at hava ein tónleikabólk.

* Laura Kathrine Apol, ið hevur skrivað barnabókina Tá mamma verður ør, fer at greiða frá sínum barnaárum saman við sinnissjúkari mammu.

* Verkætlanin Øll hava rætt til góð Barnaár hjá Bláa Krossi, fer at greiða frá, hvussu tey arbeiða við at hjálpa børnum, hvørs foreldur hava alkoholtrupulleikar.

* Skemtarin Gundur Johansen fer at vísa brot úr sínum skemti-upptøkum um tannáringin Jákup. Vit kenna Gundur best frá Grillbúðini hjá Símun. Gundur fer at tosa um skemt og svartan humor, og hvussu tað ber til at gera álvarsligar trupulleikar til skemt.

* Familjufyrisitingin fer at greiða frá, hvørji rættindi børn hava, tá foreldur skiljast, og í samband við samveru.

* Allan Tausen fer at syngja og spæla, eins og hann fer at greiða frá, hvussu hansara lív var sum tannáringur, og hvussu tónleikurin hevur styrkt hann.

* Barnabati fer at greiða frá teirra Tú & Eg ráðgeving, og hvussu tannáringar kunnu fáa dulnevnda ráðgeving.

* Sinnisbati fer at greiða frá teirra bólkum til tannáringar, hvørs foreldur hava sálarligar trupulleikar.

* Á skránni verður eisini spennandi spurnarkapping millum allar næmingarnar, har vinnarabólkurin fær ein góðan vinning, ið tey kunnu brúka saman.

Norðurlandahúsið hevur skipað fyri Barnarættindadøgum seinastu 3 árini, og tiltakið er so mikið vælumtókt, at ætlanin er,at tiltakið verður hildið á hvørjum ári.

Blandaða innhildið, ið bæði er stuttligt, álvarsligt og hevur stuttar framførslur og framløgur, ger, at næmingarnir hugsavna seg og halda tað vera áhugavert og stuttligt. Tað er ein øðrvísi dagur, har frálæran fer fram í best hugsandi umhvørvi, og undirvísararnir eru børn, ung og vaksin, ið greiða frá   og fáa eitt tungt evni at blíva livandi og viðkomandi.

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.