Tíðindi

Ábygd og løn mugu samsvara betur

- Tað er galdandi fyri allar skúlar, sama hvussu stórir teir eru, at tú eigur at fáa løn samsvarandi ábyrgdini, tú hevur, og eisini tá ið vit samanbera við onnur stjórastørv í samfelagnum, sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags

2. mai 2019

Vanliga verða stjórar og deildarstjórar løntir sambært teirri ábyrgd og uppgávu teir hava. Soleiðis er í privatu vinnuni og nógva staðni í tí almenna. Hetta er tó ikki rættiliga galdandi í skúlaverkinum, í øllum førum ikki í fólkaskúlanum. Skúlastjórarnir fáa løn samsvarandi, hvussu nógvir næmingar eru í skúlanum, sum teir leiða. Spyrt tú nýggja formannin í Føroya Lærarafelag, er hetta ikki altíð rímiligt, í øllum førum ikki tá ið talan er um skúlar, sum eru lítlir og miðalstórir, og tá ið talan er um lærarar, sum røkja serligar uppgávur at líkna við leiðsluábyrgd.

- Ein skúlastjóri í einum skúla, sum er miðalstórur og lítil, hevur stóra ábyrgd og nógvar uppgávur. Lønin, hann fær, samsvarar ikki nóg væl ábyrgdini, hann hevur. Tað hevur sera stóran týdning at hava góðar og dugnaligar leiðslur, og tað er galdandi fyri allar skúlar, sama hvussu stórir teir eru; hesi eiga at fáa løn samsvarandi ábyrgdini, sigur Jacob Eli S. Olsen.

At samsvar ikki er millum ábyrgd og løn, kemur mangan til sjóndar, tá ið lýst verður eftir skúlastjórum til skúlar, sum eru miðalstórir og lítlir. Vanliga fáa skúlastjórastørvini í lítlum og miðalstórum støddum ikki eins nógvar umsóknar, sum tá ið talan er um skúlar við nógvum næmingum, og mangan verður endurlýst. Og orsøkin er einføld tann, at tað er ikki nóg lokkandi at vera skúlastjóri í miðalstórum og lítlum skúla, heldur Jacob Eli S. Olsen.

- Tað er rætt og slætt ikki nóg lokkandi at vilja standa odda fyri einum skúla, sum hevur eitt miðalhøgt ella lítið næmingatal. Ert tú stjóri á einum av teimum minnu skúlunum, undirvísir tú nógv og hevur fáar tímar at røkja leiðsluuppgávurnar. Á hesum skúlunum hevur fyrstilærarin nógvar av somu leiðsluuppgávunum og ábyrgdini sum á einum stórum skúla. Tað sigur seg sjálvt, at tíðin røkkur valla til.

At arbeiða fram ímóti betri samsvari millum ábyrgd og løn er ikki bara ein samráðingarspurningur, heldur Jacob Eli S. Olsen. Hann heldur, at Undirvísingarstýrið eigur at hyggja neyvari at, hvat tað er fyri uppgávur og ábyrgd, ein skúlastjóri hevur, og síðan tillaga arbeiðaumstøðurnar og lønarlagið samsvarandi tí.

- Eftir mínum tykki er hetta ikki bara ein samráðingarspurningur. Limirnir í Skúlaleiðarafelagnum eru limir í Lærarafelagnum, og tí eru arbeiðsumstøðurnar hjá teimum ein av uppgávunum hjá Lærarafelagnum. Reglusemi í leiðslu- og starvsfólkahópi er tann indikatorurin, sum slær mest ígjøgnum, tá ið talan er um at røkka góðum úrslitum, vísir ein svenskur granskari á. So kunnu vit spyrja, hvat skal til fyri at trívast í leiðsluuppgávuni. Løn sambært ábyrgd er avgjørt ein týðandi partur av hesum.

Eisini tá ið talan er um deildarleiðslur eigur betri samsvar at vera millum ábyrgd og løn. Førleikastovan er at rokna sum ein deild fyri seg, har lærarar við servitan eru knýttir at. Serlærarin leiðir og skipar arbeiðið á førleikastovuni; hetta er stór uppgáva og ábyrgd, men serlærarin fær ikki løn samsvarandi hesi leiðsluábyrgdini.

- Tað er ikki rímiligt, at leiðarin á førleikastovuni ikki fær løn samsvarandi leiðsluábyrgdini, hann hevur. Uppgávurnar hjá millumleiðslunum í skúlanum verða bara størri, so hvørt skúlin mennist. Skúlin er fluttur frá at vera ein skúli við leiðslu og vanligum lærarum, til ein skúla við fleiri serligum uppgávum, sum serútbúgvin fólk røkja. Hesar serligu uppgávurnar krevja drúgvar útbúgvingar. Tað er gott og neyðugt, at lærarar vilja útbúgva seg meiri og førleikamenna seg. Vit koma tó ikki uttanum, at ein partur av motivatiónini at førleikamenna seg til at taka við ábyrgd er, at tað sæst aftur á lønini.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.