Bloggur


Á skúlabonk aftur

Guri Tórsdóttir, lærari, bloggar

9. august 2017

So er summarið farið at halla, og eitt nýtt skúlaár stendur fyri durum. Fyri meg fer ein partur av skúlaárinum ikki bert at snúgva seg um læraraleiklutin, men eisini næmingaleiklutin – og ikki teir fittu frísku og forvitnu ungu næmingarnar, men um meg sjálva sum næming.

Meðan føroyskt á linju vísti seg at vera ein góð avgerð, var minni skilagott at velja námsfrøðiliga leiðslu sum linjulærugrein, tí tað vísir seg, at hon ikki verður sædd sum nakað serligt – í øllum førum ikki, tá talan er um fakligar førleikar, tí hvør vil hava lærara við førleika í námsfrøðiligari leiðslu, tá tørvur er á lærara við førleika í t.d. ítrótti ella náttúru og tøkni, so nú gongur leiðin aftur á setrið, har ein nýggj linjulærugrein skal fáast í hús.

At hugsa við hjartanum heldur enn við heilanum, er ikki altíð tað skilabesta, og tað var tað so ikki í mínum føri, tí umframt at hava alsk til føroyska málið, so brennur ein partur av mær eisini fyri námsfrøðini, og tað var júst orsøkin til, at eg valdi hasa linjuna.

Tað var sjálvandi ynskiligt, at til bar at taka 3 linjulærugreinar, tá eg var undir útbúgving, og tað var eisini tosað um tað fleiri ferðir næminganna millum. Tíbetur er tað nú broytt soleiðis, at næmingar, sum byrjaðu í 2016, hava møguleikan til júst hetta. Tað fegnist eg um. Áhugavert hevði verið at vitað, hvussu undirvísingin nú er skipað – í mun til áðrenn! Hvat má t.d. víkja fyri at fáa pláss til júst hetta? Er tímatalið hækkað, ymsu skeiðini stytt, løgd saman o.s.fr., men tað finni eg nokk útav, nú eg aftur verði knýtt at læraraútbúgvingini.

Eisini hevði verið áhugavert um t.d. námsfrøðilig leiðsla varð flættað inn í útbúgvingina – í øllum førum partar av henni, so øll fingu gagn av hesum, sum fyri mín part var árið, eg fekk mest burturúr, har eg mentist mest persónliga, um enn nógv av tí ikki gav meining, fyrr enn eg kom út á arbeiðsmarknaðin.

Herfyri vóru vit báðar møðgurnar á matstovu, har vit fingu 10 ymisk sløg av mini-burgarum at velja ímillum, allir serstakir og við ymiskari fyllu. Aftaná at hava lisið og tosað aftur og fram um alt hetta kenda og minni kenda, sum hesir á kortinum leskiligu burgararnir høvdu í sær, valdu vit við góðum treysti at taka kjansin og bíleggja 2 stk. av tí meira kenda og 1 stk. av tí minni kenda hvør. Tá av tornaði, lá meginparturin av tí meira kenda eftir. Tá kom mær til hugs hetta við ikki at tora nakað nýtt, men helst velja tað ein kennir best og kennir seg tryggast við. Tað bilar ikki at tora eitt sindur, so tað fari eg bara at gera.

Og ja, avbjóðandi, styrkjandi og gevandi, vænti eg so avgjørt tað verður, so hvat kann ganga galið! Nú fáa vit at síggja, hvussu leikur fer, og um eg kanska havi okkurt heilt øðrvísi at blogga um, tá heystið nærkast!

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshvn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.